Her er sendingin
The Europa Show er eitt sjónvarpsfótbóltsmagasin, sum ger søgur burtur úr liðum, sum hava spælt seg í bólkaspølini í evropeisku kappingunum, og søgan um KÍ úr Klaksvík er ikki farin aftur við borðinum.
Í vikuni upp undir heimadystin móti Lille fylgdi eitt sjónvarpslið Jákupi B. Andreasen og liðnum, og burtur úr tilfarinum kom hetta flotta innslagið upp á 17 minuttir.
Setið tykkum væl afturá og njótið myndir, reportasju, livandi sang frá Eivør og eina framúr góða søgu, sum nú er farin um alt Evropa




