Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ ikki tapt í fyrsta umfarinum í 10 ár

Jákup Ósá

Tað var ikki so óvæntað sambært hagtølunum, at KÍ fór at fáa eitt gott úrslit i fyrsta umfarinum.

Vit skulu 10 ár aftur fyri at finna eit ár, har KÍ tapti í fyrsta umfarinum. Tað var í 2008, tá KÍ tapti 4-0 við Margáir móti EB/Streymi. Á hvørjum ári síðani hevur KÍ megnað at fingið stig í fyrsta umfarinum.