Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ kann fáa sín besta fyrsta triðing hesa øldina

Jákup Ósá

Vinnur KÍ á B36 sunnudagin, so er talan um bestu byrjanina hjá KÍ hesa øldina.

Meistaraárið 2019 er eisini besta árið hjá KÍ hesa øldina í stigum fyrsta triðingin av kappingini og síðani kappingin bleiv 27 umfør í 2005. Tá fekk KÍ 23 stig fyri fyrstu 9 dystirnar.

Fyri 8 dystir í ár hevur KÍ 22 stig, so árið 2019 kann blíva tikið sunnudagin, tá KÍ fær vitjan av B36, sum vanliga stendur seg væl í Klaksvík.

 

Kelda: FaroeSoccer