Tað er greitt, at KÍ ikki verður styrkismett í 1. umfari í Champions League.
Í løtuni er greitt, at í øllum førum hesi liðini verða styrkismett og harvið møgulig mótstøðulið hjá KÍ:
Malmø (Svøríki)
Ludogorets (Bulgaria)
Bodø/Glimt (Noreg)
Ferenváros (Ungarn)
Slovan Bratislava (Slovakia)
HJK Helsinki (Finnland)
The New Saints (Wales)
Zalgiris (Litava)
Meistarin í Grikkalandi (Mest sannlíkt Olympiakos)
Afturat hesum koma nøkur lið afturat, har tey bestu mest sannlíkt koma frá londum sum Sveis, Kroatia, Rumenia og Slovenia. Kappingarnar í nógvum londum eru ikki lidnar. Tað er tí ikki avgjørt hjá fleiri londum, um teirra meistarar verða styrkismettir ella ikki. Tað veldst um, hvørji lið vinna meistaraheitini og hvussu høgt styrkistal hesi hava.
Lutakastið verður 14. juni. Dystirnir verða í miðvikuni 5. juli og 12. juli.


