Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ keypir danskan málverja í Start

Jákup Ósá

Norskur miðil skrivar, at KÍ hevur funnið sín málverja nú.

Talan er um 27 ára gamla Mark Jensen. Nettavisen skrivar, at KÍ hevur keypt málverjan frá Start, Málverjin váttar, at hann og Start eru samdir við eitt felag skrivar Fædrelandsavisen.

Mark Jensen er 1,88 metur høgur. Hann er m.a. skrásettur fyri 44 dystir í næstbestu norsku deildini. Í 2023 var hann eykamálverji næstan alt árið hjá Start í næstbestu deildini.