Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

KÍ kvinnur bastu TB/FCS/ROYN

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Við dystunum í kappingarumfarinum í dag hava KÍ kvinnurnar lagt seg í fremstu røð.

Heimadysturin hjá KÍ kvinnunum á Djúpumýru í dag, gjørdist ongantíð serliga spennandi, tí til tað var munurin á liðunum og stórur. KÍ vann dystin við 7 málum ímóti ongum,

Málini skutu, Eyðvør Klakkstein 2, Durita Hummerland 1, Tóra Mohr 1, Malena Olsen 1, Birita Mohr 1 og Tórun Højgaard Joensen 1.

KÍ hevur nú 19 stig og er fremst í landskappingini fyri bestu kvinnudeildina, Víkingur er nummar tvey við 17 stigum og NSÌ er nummmar trý við 14 stigum.