Í landskappingini leiktu kvinnurnar hjá Víkingi og KÍ kvinnurnar dyst í Gøtu í dag. Úrslitið gjørdist ein 5-1 sigur til KÍ.
Málini hjá KÍ skutu Tóra Mohr 3, hon var eisini vald til dagsins leikara, Eyðvør Klakstein 1 og Durita Hummeland 1.
KÍ er nú fremsta liðið á stigatalvuni við 9 stigum fyri 3 dystir, NSÍ 7 stig fyri 3 dystir, o7Vestur 6 stig fyri 3 dystir, B36 4 stig fyri 3 dystir, HB 1 stig fyri 1 dyst, Víkingur 1 stig fyri 2 dystir , Eb/Streymur/Skála 0 stig fyri 2 dystir og TB/Fcs/Royn 0 stig fyri 3 dystir.





































