Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-kvinnurnar kunnu vinna greipuna sunnukvøldið

Jákup Ósá

Steypafinalan hjá kvinnum verður á Tórsvølli sunnukvøldið.

KÍ-kvinnurnar kunnu sunnukvøldið vinna greipuna fyri fyrstu ferð síðani 2016. KÍ er klárt mest vinnandi felagið í føroyskum kvinnufótbólti við 20 meistaraheitum og 14 steypasigrum. 14 ferð hevur KÍ vunnið greipuna.

KÍ endaði á 1. plássi, meðan NSÍ endaði á 2. plássi í landskappingini. Sostatt er lagt upp til eina spennandi steypafinalu millum tey bæði bestu liðini í landskappingini.

Úrslitini í landskappingini millum hesi liðini vóru:

KÍ-NSÍ 1-0

NSÍ-KÍ 1-2

KÍ-NSÍ 2-0

NSÍ-KÍ 2-2

Steypafinalan millum NSÍ-KÍ verður á Tórsvølli sunnukvøldið kl. 17.30. Dysturin skuldi av røttum spælast leygarkvøldið, men er fluttur vegna vánaliga veðurforsøgn leygardagin. Dómari verður Heini Z. Viðoy. Dysturin kann síggjast í KVF.