Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ kvinnurnar nærkast FM-heitinum

Jákup Ósá

Eftir ein ‘’steðg’’ í tvey ár, so bendur nógv á, at FM aftur endar í Klaksvík í bestu kvinnudeildini.

Hóskvøldið vann KÍ 6-1 í Tórshavn móti B36, meðan ÍF/Víkingur/B68, sum er harðasti kappingarneytin, spældi javnt 1-1 móti EB/Streymi/Skála.

Hetta merkir, at KÍ er seks stig frammanfyri ÍF/Víking/B68 nú bara tríggir dystir eru eftir at spæla. Næsta umfar hjá KÍ er 12. september, tá KÍ spælir á útivølli móti EB/Streymi/Skála.