Tað hevur gingið strúkandi hjá KÍ kvinnunum í bestu kvinnudeildini í ár, í hvussu so er tá hugsað verður um stigatalvuna. Í dag skuldu tær møta nr. 2 á stigatalvuni, NSÍ. Hendan dystin vunnu KÍ kvinnurnar við tveimum málum ímóti einum. Frammanundan vóru 9 stig aftur til NSÍ. Men eftir dystin bleiv NSÍ standand á 6 stigum ímeðan ÍVB vann sín dyst ídag og kom upp á 8 stig. KÍ kvinnurnar hava nú 18 stig fyri 6 dystiir.
Sum sagt hevur ÍVB 8 stig, NSÍ 6. Síðani koma HB við 6 stigum, B36 eisini við 6 stigum ímeðan EB/Streymur/Skála hevur 4 stig. Øll liðini hava leikt 6 dystir




