Sunnudagin verður fyrra hálvfinalan leikt í steypakappingini hjá kvinnum.
HB vitjar í Klaksvík og talan verður helst um sera spennandi dyst. Tí HB hevur seinastu uppgerðirnar havt yvirtakið á KÍ og hevur ikki tapt seinastu tríggjar landskappingardystirnar, sum liðini hava spælt móti hvørjum øðrum. Í landskappingini er HB nummar 2 og KÍ nummar 3 í einum spennandi oddastríði, har meistararnir úr EB/Streymi/Skála eru oddalið.
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík sunnudagin byrjar kl. 12.30 og dómari verður Jørleif Djurhuus.




