Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ kvinnurnar vunnu á B36 í kvøld

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Vøllurin á Djúpumýru var ramman um landskappingardyst ímillum KÍ kvinnurnar og B36 kvinnurnar í kvøld. Við einum 1-0 sigri, vann KÍ dystin, sum var sera tættur og fyri tann skuld kundi fari báðar vegir. Men tað var altso KÍ sum lá omaná tá avtornaði. KÍ liðið liggur í løtuni 16 stig fremst í kappingini.

Støðan er í løtuni hendan fyri fýra tey ovastu liðini í FM-kappingini: Nr. 1. KÍ við 45 stigum fyri 15 dystir. Nr. 2 NSÍ 29 stig fyri 14 dystir. Nr. 3 HB 28 stig fyri 14 dystir og B36 24 stig fyri 14 dystir.