KÍ hevur nakrar leikarar, sum lutfalsliga standa seg betri í altjóða dystum enn í heimligu kappingini.
Nils Jonatan Johansson, Vegard Forren og Luc Kassi komu til KÍ undan hesum kappingarárinum. Í heimligu kappingini hava teir ikki skarað framúr, men til altjóða dystirnar hava teir skarað framúr í nógvum dystum.
Í gjár var spældi Luc Kassi ein framúrskarandi dyst á miðvøllinum hjá KÍ. Hann spældi sín besta dyst síðani hansara framúr dyst í Gøteborg móti Häcken í summar. Teknisku førleikarnir komu væl til sjónar, róligur á bóltinum og dugdi sera væl at halda uppá bóltin, eisini í trýstum støðum. Hetta gav nógv til KÍ-liðið.
Ein orsøk til longu røðina av góðum KÍ-úrslitum í altjóða fótbólti í ár er júst, at umframt nakrar leikarar, sum spæla á javnt høgum stigi nærum allar dystirnar so eru leikarar, sum lyfta seg til stóru altjóða dystirnar. Dysturin móti Olimpija Ljubljana var einki undantak.




