Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-leikari millum málskjúttarnar

Jákup Ósá

U19-landsliðið fekk eina góða byrjan uppá EM-undankappingina.

FSF skrivar:

Okkara røsku U19 gentur vunnu fyrra EM undankappingardystin 4-2 móti Malta
Malena Olsen legði Føroyar á odda seint í fyrra hálvleiki, og eftir at Malta miðskeiðis í seinna hálvleiki hevði javnað og lagt seg á odda, komu Føroyar veruliga fyri seg aftur.
Við tveimum málum togaði Lisa Haraldsen Føroyar fram um aftur á máltalvuni og stutt fyri leiklok slóg Anna Brændstrup føroyska sigurin fastan.