Jákup B. Andreasen hevur ongan sáttmála fyri 2021.
22 ára gamli Jákup B. Andreasen, ið hevur spælt fast á KÍ-liðnum síðani 2015, er ein av leikarunum hjá KÍ, sum ongan sáttmála hevur fyri 2021. Tað ljóðar, at Jákup møguliga flytur til Havnar í lestrarørindum komandi árini. Og Jákup váttar, at tað er so.
– Eg byrji í skúla í Havn komandi ár, men eg havi ikki tikið endaliga avgerð um, hvar eg komi at búgva, sigur Jákup B. Andreasen.
KÍ, HB ella B36?
Tískil er spurningurin, um KÍ-liðskiparin skiftir felag næsta ár ella, um hann fer at ferðast ímillum nú Eysturoyartunnilin kemur fyrst í 2021.
– Eg fari fyrst at tosa við KÍ, so taka vit tað harfrá, sigur Jákup B. Andreasen við Norðlýsið.




