Fer av landinum í lestrarørindum.
Fer av landinum í lestrarørindum.
25 ára gamli Sørmundur Kalsø spælir ikki meira við KÍ á hesum sinni. Hann er í løtuni skaddur og hevur verið tað í eina tíð. Men seinni í hesum mánaðinum fer hann av landinum í lestrarørindum og verður tí væntandi ikki tøkur sum leikari í Føroyum í fleiri ár. Undir Mikkjal K. Thomassen hevur Sørmundur gjørt høgra bakk plássið til sítt egna og hevur hann átt fast pláss í uppstillingini í fleiri ár, tá hann hevur verið tøkur.
Sørmundur er skrásettur fyri 153 dystir og 9 mál í Effodeildini.




