KÍ hevur í dag mist ein av lyklaleikarunum síðstu tvey árini til HB.
Vit hava fleiri ferðir skrivað um, at ábendingar vóru um, at Hørður H. Askham møguliga fór at skifta til HB. HB boðar í dag frá, at sáttmáli er undirskrivaður. Talan er um leikara, sum í 2017 og 2018 hevur spælt stóran leiklut á KÍ liðnum, har hann hevur verið millum leikararnar, sum hava spælt hvønn dyst.


