Tað verður stór útskifting í hópinum hjá KÍ í mun til leikararnar, sum spældu í 2020.
Sambært FaroeSoccer, so vóru 23 leikarar á vøllinum í landskappingini í 2020. Av teimum er greitt, at hesir átta leikarar ikki halda fram:
Ole Erik Midtskogen
Steinbjørn Olsen
Ólavur Niclassen
Alessio Hyseni
Lukasz Jarosinski
David Skrbec
Abubakar Ibrahim Aliyu
Gulak Jacobsen
Síðani bendur nógv á, at Ísak Simonsen gevst, meðan ivamál er um Patrik Johannesen, sum ynskir at sleppa uttanlands, men sum enn ongan sáttmála hevur. Afturat hesum kann nevnast, at royndi málverjin, Meinhardt P. Joensen, er givin. Hann spældi ongan minutt, men var fastur partur av hópinum. Eisini Sebastian Avanzini, sum var við fram til apríl, er ikki við longur.


