Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ misti silvurið og møguliga eisini bronsuna síðstu fimm-seks minuttirnar

Jákup Ósá

Tá 87 minuttir vóru leiktir í Gundadali í kvøld var KÍ á silvurplássi í 1.deild, tá liðið førdi 1-0 á HB.

Men síðstu løtuna vendist alt á høvdið og HB skoraði bæði í 87 og 92. minutti. Tað gjørdi, at KÍ tapti 2-1. NSÍ á 2. plássi, sum hevði sama stigatal sum KÍ undan dystinum, tapti eisini, meðan B68 spælir í morgin. Vinnur B68, so endar KÍ á 4. plássi. Sostatt gjørdi síðsta løtan hjá KÍ, at liðið kanska misti bæði silvur og bronsu heiðursmerkini.