Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ nærkast metbyrjan

Jákup Ósá

KÍ spælir sunnudagin í Sørvági.

KÍ hevur vunnið níggju teir fyrstu dystirnir í kappingini. Vinnur KÍ sunnudagin, so javnar KÍ metið hjá trimum liðum. GÍ í 2001, HB í 1975 og HB í 1973 hava vunnið 10 teir fyrstu dystirnir í einum kappingarári. Undan 1971 blivu færri enn 10 dystir leiktir eitt kappingarár. Eingin hevur nakrantíð vunnið 11 teir fyrstu dystirnir.

Í 11. umfari spælir KÍ á útivølli móti nærmasta kappingarneytanum, Víkingi.