Tað var ikki ársins besti fótbóltsdystur, tá KÍ og Skála leiktu í 5.umfarinum í Effodeildini 2. páskadag.
Veðrið var framúr og útlendsku leikararnir á vøllinum – Mark Ryutin, Jonas Flindt Rasmussen, Ndende Adama Guéye og Rodrigo Silva – vóru kanska teir frægastu leikararnir á vøllinum, men gott spæl og høga leikferð sóu vit ikki hendan dagin. Skála lá langt afturi á vøllinum, meðan KÍ royndi at stýra og koma ígjøgnum, men sum oftast uttan eydnu. KÍ hevði einstakar góðar mál møguleikar í fyrra hálvleiki, men Mark Ryutin stóð væl í Skála málinum og sær út sum ein stórur fongur hjá uppflytarunum.
Í seinna hálvleiki koma KÍ beinanvegin á odda, tá Rodrigo Silva skoraði eftir innlegg frá Hjalgrím Elttør. Eftir málið helt gongdin fram, har Skála stóð væl í verjustøðu, men ikki megnaði nakað nevnivert í álopinum, meðan KÍ ikki skapti nakað nevnivert av góðum mál møguleikum.
Sostatt vann KÍ 1-0 í einum minni góðum dysti. Tað merkir, at KÍ er í toppinum í Effodeildini saman við báðum havnarfeløgunum, har B36 í løtuni eru 2 stig frammanfyri HB og KÍ.




