Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ nýtt oddalið í 1.deild

Jákup Ósá

KÍ kom afturum á Sandi, men vendi dystinum og tryggjaði sær oddasessin nú tvey umfør eru eftir.

B71 kom á odda 1-0 við máli frá Tijani Mohammed, men Darius Lewis javnaði fyri KÍ áðrenn hálvleik. Sigursmálið kom í 66. minutti og tað var Jens Joensen, sum skoraði tað. 2-1 gjørdist úrslitið.

 

Sigurin merkir, at KÍ er oddalið í 1.deild, nú tvey umfør eru eftir. KÍ hevur dystir eftir móti botnliðnum EB/Streymi á heimavølli og í síðsta dysti, sum er fríggjakvøldið 25. oktober sum er dagin fyri væntaðu FM-finaluna í Betri Deildini, hevur KÍ truplan útidyst móti B68, ið nýliga hevur fingið styrk av fleiri serbum.