Ja, hvat hevur tað við hvønn annan at gera??
Jú, Tað skal eg siga tykkum.
Freeman Baldvinsson, vælkendur KÍ-ari, ið tíverri ikki er ímillum okkum meira, dugdi væl at siga tað. Hann fekk okkum mangan at flenna.
Í 1970-unum sótu Freeman og eg saman í KÍ nevndini.
Hettar summari var nógvur høkkuslokkur at fáa – ja, alla staðni. Í Haraldsundi, í Hvannasundi, á Borðoyavík og ikki minnst á Árnfjarðavík.
Og tað var bæði høgur og lágur, ið royndi eftir høkkuslokki. Eisini 1-liðsfóltsspælarar hjá KÍ vóru og royndu og eydnuna.
Eitt vakurt summarkvøld til venjing – vit vóru staddir við vøllin, Freeman og eg, og tað vóru bert møttir eini 4-5 1-liðsspælarar, sigi eg við Freeman: " Tað eru ikki nógvir leikarar møttir til venjingina"??
"Nei", svarar Freeman. "Tað eru tvey ting her í verðini, ið eg hati.Tað eru høkkuslokkur og HB-sangurin".
Jú, Freeman dugdi at siga tað.
Jógvan E. Ósá.




