KÍ skal spæla óvanliga nógvar dystir uppá stutta tíð komandi vikurnar.
At KÍ er komið til play-off í Evropafótbólti ger, at tað verða minst seks altjóða dystir afturat. Sum Norðlýsið skilir, so er langt síðani avgjørt í semju millum feløgini, ar dystir ikki skulu útsetast av Europafótbólti. Tó kunnu dystir blíva fluttir ein ella tveir dagar.
KÍ spælir mikukvøldið móti Häcken á heimavølli, men hevur so eina viku hvíld til næsta dyst. Men frá dystinum í Svøríki 2. august, so skal KÍ spæla 10 dystir fram til 1. september. Tað merkir ein landskappingardyst hvørt vikuskiftið og ein Evropadyst hvørja viku mitt í viku.
Tað merkir 10 dystir uppá 31 dagar, sum gevur ein dyst pr. 3,1 dag.
Skráin hjá KÍ fram til landsliðssteðgin 1. september:
26.07: KÍ-Häcken
02.08: Häcken-KÍ
06.08: EB/Streymur-KÍ
08.-10.08: 3. umfar í Champions League/Europa League
13.08: Víkingur-KÍ
15.-17.-08: 3. umfar í Champions League/Europa League
20.08: KÍ-07 Vestur
22.-24.08: Play-off í Champions League/Europa League/Conference League
27.08: KÍ-EB/Streymur
29.-31.08: Play-off í Champions League/Europa League/Conference League
01.09: HB-KÍ


