Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kí skal til Portugal á venjingarlegu

Jógvan Skorheim

Bold.dk skrivar, at Skileborg, IFK Gøteborg, Elfsborg og KÍ skulu spæla venjingardystir í Portugal mánaðarskiftið januar-februar.

Tá ið Norðlýsið gjørdi samrøðu við Magna Hoseth, áðrenn fráferðina til Frankaríki, nevndi KÍ venjarin, at KÍ skuldi á venjingarlegu uttanlanda komandi ár, uttan tó at nevna nakað ítøkiligt.

Nú skrivar heimasíðan Bold.dk, at Silkeborg skal til Portugal seinast í januar á venjingarlegu, og í tí sambandi skal Silkeborg eisini spæla fleiri venjingardystir. Ein av hesum dystum, skal vera móti KÍ Klaksvík.

Silkeborg skal eisini spæla móti IFK Gøteborg og Elfsborg. Enn er ikki greitt, um KÍ eisini møtir hinum báðum liðunum, men sannlíkt er at KÍ fær fleiri venjingardystir á einari slíkari venjingarlegu.

 

Harleywoodpaint