Víkingur fekk besta lutakastið í steypakappingini.
Dystirnir í 1/8 finaluni í steypakappingini vera spælir flaggdagin, mikudagin 25. apríl. KÍ skal til Trongisvágs at møta TB/FCS/Royn, og sostatt skal KÍ tvær ferðir til Suðuroyar innan stutta tíð, tí longu komandi umfar 2. apríl skulu liðini eisini spæla í Trongisvági.
Dystirnar í 1/8 finalunum eru hesir:
TB/FCS/Royn-KÍ
ÍF-B36
B71-Giza Hoyvík
Undrið FF-EB/Streymur
B68-HB
NSÍ-AB
Skála-07 Vestur
Víkingur er beinleiðis í kvartfinaluni, tí MB ikki var við í ár og tí fekk eitt lið beinleiðis atgongd til kvartfinaluna.




