So avgjørdur var venjarin Magne Hoseth, tá ið hann tosaði við Portal.fo hefyri. Dysturin í gjár gav okkum enn einaferð sannføring um, at KÍ kann vinna á øllum, og tað bert er spurningur um tíð til fyrsta stigið í bólkaspælinum kemur á konto.
Slovan Bratislava tók væl ímóti KÍ
Hóast spælið á vøllinum til tíðir var eitt sindur hart, og leikararnir hjá Slovan Bratislava vóru ørkymlaðir, so er samlaða upplivingin í Bratislava góð.
Leiðslan í Slovan Bratislava tók væl móti leiðsluni í KÍ, fólk í býnum vóru blíð við KÍ fjeppararnar, tá ið teir gingu í býnum við KÍ blusu og alt fyrireikingartoymið hjá Slovan Bratislava vísti professionalitet og gestablídni.
Tað vóru eisini fleiri spælarar, ið skiftu um blusu eftir dystin, so stríðsøksin frá 2020, tá ið Slovan Bratislava tapti fyri KÍ orsakað av koronaavmarkingunum, er helst væl og virðiliga grivin niður.
Conference League karmarnir eru nakað serligt
Karmarnir rundan um ein slíkan dyst í bólkaspælinum kunnu ikki samanberast við nakað annað, ið onnur føroysk lið hava upplivað áður. Tí fer tað eisini at seta serlig krøv til KÍ, tá ið fyrireikingarnar til dystirnar á heimavølli skulu skipast. UEFA vil hava eitt sera professionelt umhvørvi, og tað skal skína ígjøgnum í øllum liðum.
Tí fær nevnd og umsiting hjá KÍ helst úr at gera í samband við fyrsta heimadystin í Conference League 5. oktober, sum er í móti stórliðnum í Frankaríki, Lille.
Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, segði millum annað í samrøðu við okkum, at hetta var ein sonn uppliving at vera vitni til. Stór fyrireikingin og neyv tilrættalegging hevur sera stóran týdning til síkan dyst, men KÍ er tí hepnu støðu, at vit hava so ómetaliga nógv gott fólk, sum hjálpa til og fáa alt at glíða, segði Tummas Lervig.
KÍ kann bjóða av móti øllum
Út frá dystargongdini í gjár, so kann KÍ bjóða av móti øllum. Heimasíður, ið gera statistikk fyri dystirnar, vístu millum annað á, at tað vóru størri sannlíkindi fyri, at KÍ átti at vinna dystin í gjár. Tølini skulu sjálvandi takast við einum ávísum fyrivarni, tí sum øllum kunnugt endaði dysturin við einum teprum tapi. Tó kunnu slík tøl geva trúnna uppá, at tað fer at bragda fyrr ella seinni í bólkaspælinum – helst fyrr, spyrt tú okkum.
Ferencváros, Hackenn og Molde hava øll tapt móti KÍ, og við eitt sindur meiri hepni, so kundi Slovan Bratislava upplivað júst tað sama í gjár.
Ein av stóru mununum á heimavølli og útivølli í bólkaspælinum hesa ferð er, at allir dystirnir á útivølli skulu spælast á náttúrligum grasi, meðan allir heimadystirnir skulu sjálvandi spælast á graslíkinum á Tórsvølli. Um tað er ein vansi á útivølli við undirlagnum, so skuldi tað eisini verið ein fyrimunur á heimavølli við graslíki.
Skaðar og møði
Vit fara heilt víst at síggja spælarar, ið fara at dragast við skaða og møði.
Eitt nú skuldi René Shaki byrja inni, tá ið KÍ’arnir fóru inn á vøllin í gjár. Men í upphitingini føldi hann sær okkurt, sum tó ikki fer at halda hann úti leingi. KÍ hevur eitt sera tætt pakkað skema fyri framman, og tí tekur venjaratoymið ongar kjansir við spælarunum. Longu leygardagin gongur leiðin til Suðuroyar, har dystur skal spælast sunnudagin móti TB.
Á pappírinum átti hetta at veri ein lættur dystur, men við øllum teimum dystunum, sum í løtuni verða spældir bæði í Føroyum og úti í Evropa, kann møðin seta inn.
Tað er eingin ivi í hópinum, at føroyameistaraheitið skal endurvindast, og tí er alt fokus sett á dystin móti TB sunnudagin, EB/Streymi mikudagin og ÍF komandi sunnudag. Vinnur KÍ hesar dystirnar, er meistaraheitið so gott sum endurvunnið.
Í løtuni vita vit, at Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og René Shaki dragast við smærri og størri skaðar. Harafturat eru eisini aðrir, ið føla møðina eitt sindur meiri enn gott er.




