Myndarøð: Seinasti venjingardystur áðrenn kappingarbyrjan var í Klaksvík í dag.
KÍ byrjar við hesum liðnum (4-4-2): Meinhardt P. Joensen – Kristoffur Jakobsen, Deni Pavlovic, Steinbjørn Olsen, Jóannes K. Danielsen – Óli Ey. Poulsen, Semir Hadzibulic, Jóannes Bjartalíð, Ronni Møller-Iversen – Aksel B. Danielsen, Páll A. Klettskarð.
Skála byrjar soleiðis (4-4-1-1): Karsten Hansen – Ari Olsen, Bárður Danielsen, Ahmed Mujdragic, Leivur Joensen – Jákup Joensen, Pætur D. Jacobsen, Ólavur Mikkelsen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein, Brian Jacobsen
20 min.: Jóannes Bjartalíð leggur hornaspark inn til Deni Pavlovic, sum skallar í málið til 1-0. Hetta var fyrsti veruligi mál møguleikin í dystinum.
23 min.: Júst sama uppskrift. Jóannes Bjartalíð legði hornaspark inn til Deni Pavlovic, sum skoraði til 2-0.
Hálvleikur: 2-0 til KÍ í hálvleikinum. Ein hálvleikur við fáum mál møguleikum, men har tvey hornaspørk hava givið mál til KÍ.
65 min.: Framvegis 2-0 til KÍ. Bæði liðini hava gjørt fleiri útskiftingar. Nærum eingin stórur mál møguleiki í seinna hálvleiki.
72 min.: Nú er tað Skála sum situr meir á spælinum og hevur havt onkran fínan møguleika. Men enn er 2-0 til KÍ.
74 min.: Serliga Heðin Klakstein hjá Skála hevur spælt seg upp og hevur verið við í tveimum vandamiklum álopum hjá Skála seinastu løtuna. Nú liggur eitt mál til Skála í luftini.
82 min.: So gav stóra yvirvágin hjá Skála mál. Innlegg úr høgru og so fekk Dávid Johansen gott skot á og so er 2-1.
85 min.: Nær við 2-2. Leivur Joensen sendi hornaspark innfyri, har Ahmed Mujdragic skallaði á stongina.
Liðugt: Tað endaði 2-1 til KÍ. Talan var sum heild sum javnan dyst, har KÍ hevði yvirvág í fyrra hálvleiki og Skála hevði yvirvág í seinna hálvleiki. Tað kundi tað sama enda 2-2, men royndin frá fyrrverandi KÍ leikaranum Ahmed Mujdragic endaði á stongini móti endanum av dystinum.










































