Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-Skála: Upptakt

Jákup Ósá

KÍ hevur nýggjan leikara á liðnum sunnudagin.

KÍ hevur nýggjan leikara á liðnum sunnudagin.

Hóast dysturin er millum nummar 7 og 8 á stigatalvuni, so eru vit so tíðliga í kappingini, at ein sigur kann koyra nærum øll liðini fleiri pláss upp á stigatalvuni. Hetta er næsti heimadysturin hjá KÍ í ár, har tann fyrsti móti NSÍ miseydnaðist fullkomiliga, so klaksvíkingar eru helst uppsettir uppá at koma í gongd á heimavøllinum, sum bæði í 2014 og 2015 gav nógv stig. Hjá Skála hevur talan verið um trupla skrá og hetta er triði útidysturin móti liðum í topp 5 í fjør.

Hjá KÍ verður helst ein nýggjur leikari á vøllinum fyri fyrstu ferð. Serbiski Semir Hadzibulic hevur nú loyvið at spæla og hann spælir vanliga á sentrala miðvøllinum. Annars er bara ivamál um Mayowa Alli, sum fór út við skaða móti HB. Hjá Skála eru nærum allir leikarar tøkir.

Dysturin í Klaksvík sunnudagin byrjar kl. 15.00 og dómari verður Alex Troleis.