Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ spældi javnt á Argjum

Jákup Ósá

Fleiri umrøddar dómaraavgerðir settu sín dám á dystin, sum kundi farið báðar vegir.

Tað endaði 1-1 millum AB og KÍ á Argjum í dag. Stigið kundi AB betri brúka, meðan KÍ kundi fegnast um, at eingin leikari bleiv skaddur. KÍ gjørdi sjey broytingar frá liðnum, sum byrjaði móti Lille hóskvøldið. AB kom á odda 1-0 við máli frá Filip í Liða, men Hallur Hansson javnaði fyri KÍ. Dysturin kundi farið báðar vegir, tí bæði liðini høvdu stórar málmøguleikar at skora til 2-1.

Fleiri dómaraavgerðir vóru nógv umrøddar. Mong hildu, at málið hjá KÍ skuldi verið kolldømt, tí fóturin var á andlitishædd í støðuni uppundir málið. Mong hildu Ahmed Latif átti brotsspark, tá hann ístaðin fekk gul kort fyri sjónleik. Og so var kanska ivamál, at Páll A. Klettskarð ikki var rangstaddur, tá hann skoraði.

Hjá KÍ hevði úrslitið ikki stórvegis at siga í stóru myndini. Størri týdning hevði tað helst, at KÍ ongar skaðar fekk.