Lutakastið segði, at KÍ skuldi spæla á útivølli fyrst.
Tá lutakastið var í Nyon í dag, so skuldi KÍ møta Tre Fiori frá San Marino, har fyrri dysturin var í San Marino.
Men hetta er nú broytt. Tað er eitt puslispæl, sum skal ganga upp, tí at tvey lið frá San Marino hava heimavøll sama dag og hava sama heimavøll. Fyri at fáa tað at ganga upp tók UEFA avgerð um, at dysturin millum Tre Fiori-KÍ skuldi flytast, so at KÍ spælir á heimavølli fyrst. Sum Norðlýsið skilir, so er ónøgd í KÍ um hesa avgerðina, men alt bendur á, at hon stendur við.
Sostatt bendur alt á, at KÍ-Tre Fiori spæla í Føroyum 27. juni og í San Marino 4. juli.


