Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ spælir aftur í ár sínar Europa League heimadystir í Gundadali

Jákup Ósá

KÍ spældi í fjør fyri fyrstu ferð á heimavølli í Europa kapping á ovara vølli í Gundadali.

Royndirnar vóru so mikið góðar, at KÍ hevur valt sama heimavøll til í ár.

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur við Norðlýsið, at royndirnar frá í fjør vóru góðar og KÍ hevur tí valt at spæla sínar heimadystir í Europa League í ár á ovara vølli í Gundadali. Nakrar av høvuðsorsøkunum í fjør vóru, at KÍ høvdu meira royndir at spæla á ovara vølli enn á hinum altjóða vøllunum eins og vøllurin í stødd minnir mest um vøllin í Klaksvík. Hinir góðkendu vøllirnir eru á Svangaskarði og á Tórsvølli.

KÍ fekk í fjør ein flottan 0-0 javnleik á heimavølli móti svenska stórfelagnum AIK. Les HER um hvørji lið KÍ kann møta í Europa League í ár.