KÍ spælir sín fyrsta venjingardyst í ár í Klaksvík mikukvøldið. EB/Streymur vitjar.
KÍ og EB/Streymur hava spælt ein venjingardyst fyrr í ár. Á Eiði vann KÍ 2-1 í tí dystinum. Hjá KÍ eru Ísak Simonsen og Kristian Joensen skaddir, meðan Boris Dosljak er burturstaddur. Hinvegin spælir Jóannes Bjartalíð væntandi sín fyrsta venjingardyst eftir skaða.
Dysturin við Djúpumýru byrjar mikukvøldið kl. 19.00, væl at merkja um veðrið loyvir tí. Dómari verður Áron Sofus Vest.




