Vit hava hugt eftir skránni hjá KÍ fyri restina av kappingarárinum, nú KÍ hevur havt trupulleikar við at vinna landskappingardystir millum altjóða dystirnar.
Og um KÍ-viðhaldsfólk halda, at KÍ bara er í einum krevjandi tíðarskeiði júst nú, so fara tey skeiv. Líka fram til síðsta umfar í landskappingini síðst í oktober kemur KÍ at spæla hvørt vikuskiftið og hvørja miðviku. Hópurin fær tvær ferðir ”luft”, men ikki landsliðsleikararnir, tí tvær ferðir er steðgur vegna landsdystir, har tveir landsdystir eru í september og tveir landsdystir í oktober.
Skráin hjá KÍ restina av kappingarárinum:
08.08: KÍ-Molde 2-1
11.08: Víkingur-KÍ 2-1
15.08: Molde-KÍ 2-0
20.08: KÍ-07 Vestur 1-1
24.08: KÍ-Sheriff
27.08: KÍ-EB/Streymur
31.08: Sheriff-KÍ
02.09: HB-KÍ
(landsliðssteðgur)
17.09: KÍ-B68
21.09: Dystur 1 í bólkaspæli
24.09: TB-KÍ
27.09: EB/Streymur-KÍ
01.10: KÍ-ÍF
05.10: Dystur 2 í bólkaspæli
08.10: AB-KÍ
(landsliðssteðgur)
22.10: B36-KÍ
26.10: Dystur 3 í bólkaspæli
28.10: KÍ-Víkingur (mest sannlíkt fluttur til 29. ella 30. oktober)
09.11: Dystur 4 í bólkaspæli
30.11: Dystur 5 í bólkaspæli
14.12: Dystur 6 í bólkaspæli
Onkur dystur kann blíva fluttur ein ella tveir dagar, tí serligir reglar eru t.d. um, at eftir útidyst í Evropa skulu ganga fýra dagar til komandi dyst.


