Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ stórsteypavinnari 2020

Tíðindaskriv

Tað var eingin slingur í valsinum hjá føroyameistarunum, tá tær vitjaðu HB á Tórsvølli í dag

KÍ kvinnurnar lótu ongan iva vera í, at tær eru greitt sterkasta liðið í Betri Deildini í ár. Frá fyrsta bríksli løgdu tær HB undir trýst, og málmøguleikarnir meira ella minni skolaðu innyvir HB málið so at siga allan dystin.

Toppskjúttin í deildini, Evy á Lakjuni skjeyt tey bæði fyrstu málini fyri KÍ í fyrra hálvleiki, og støðan kundi enntá verið meira enn 2-0 til gestirnar í steðginum, hevði KÍ gagnnýtt fleiri av sínum møguleikum. 

Seinni hálvleikur var bert átta minuttir gamal, tá bólturin aftur lá í HB málinum eftir hornaspark, har Birita Ryan var seinasti KÍ-ari á bóltinum. Við trýmálsleiðsluni var sigurin eisini í hús, og hóast KÍ kom til onkran málmøguleika afturat, komu ikki fleiri mál í stórsteypadystinum, sum sostatt endaði 3-0 til KÍ.

Í hinum báðum dystunum vann ÍVB 3-1 á heimavølli móti B36, meðan NSÍ vann 3-2 á Skála móti felagsliðnum hjá EB/Streymi og Skála. 

NSÍ er framvegis á øðrum plássi í landskappingini, meðan ÍVB við sínum sigri í dag yvirhálar HB á triðja plássinum. Bólturin rullar longu aftur í Betri Deildini hjá kvinnum mikukvøldið, tá hittast somu lið aftur í einum útsettum umfari av landskappingini.