Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ styrkti um oddasessin

Jákup Ósá

Við tryggum sigri á Skála vann KÍ seg uppá 32 stig og legði trýst á hini toppliðini, sum spæla seinni.

KÍ vann 2-0 við málum í fyrra hálvleiki frá Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð. Nevnast kann, at norski Torbjørn Grytten átti uppleggið til bæði málini, og hann var eisini við í báðum málunum móti AB seinast.

Í seinna hálvleiki var KÍ nærri við at økja til 3-0 enn Skála var at minka um munin og talan gjørdist um sjáldsama tryggan sigur á Skála hjá KÍ. Hini toppliðini spæla í dag og sunnudagin, men dystarskráin ger, at tað er ikki væntandi, at vit koma at síggja nógvar broytingar, tí í nærum øllum dystum eru stórfavorittar.

 

KÍ spælir næsta vikuskiftið sín síðsta landskappingardyst áðrenn summarsteðgin, tá KÍ á jóansøku vitjar TB.