Víkingar vildu tað meira og blivu fyrsta liðið í 1.deild í 2018, sum megnaði at vinna á KÍ.
KÍ hevur verið flúgvandi í næstbestu deildini í ár. Men á Norðoyastevnu, hóast góða manning á pappírinum, steðgaði røðin við ongum tapi. Víkingur vann 2-1 og grannarnir vóru kanska nakað grammari og vunnu tí ikki óuppiborið. Málini hjá Víkingi skoraðu Tonni Thomsen og Tróndur á Høvdanum, meðan Hjalgrím Elttør skoraði fyri KÍ. Niðanfyri eru myndir frá dystinum.

































