Tveir dystir og tvey mál. Miðverjin Deni Pavlovic var fegin um søguliga avrikið hjá KÍ móti Birkirkara, har KÍ við samanløgdum 3-2 sigri tryggjaði sær víðari luttøku í Europa fyri fyrstu ferð í søgu felagsins.
Sostatt er miðverjin Deni Pavlovic við tveimum málum í tveimum dystum toppskjútti hjá KÍ í ársins Europa League kapping. Toppskjúttin var fegin eftir dystin.
– Tað var týdningarmikið, at vit komu til næsta umfar. Viðleikarar, venjari og venjaratoymið hava arbeitt hart fyri hesum. Vit vóru betri skipaðir og meir kompaktir enn mótstøðuliðið. Vit vóru betra liðið fram til endan, tí fram til tá høvdu teir einki. Móti endanum mistu vit eitt sindur fokus í 2-3 minuttir og vóru troyttir. Teir hava góðar leikarar og Kristian Joensen var noyddur at gera fleiri góðar bjargingar, segði Deni Pavlovic við Norðlýsið eftir dystin.
Størsta uppliving í KÍ higartil
Deni sigur, at hann í málinum fekk snittað bóltin víðari eftir, at Páll A. Klettskarð hevði skotið. Men hann sigur eisini, at tað týdningarmiklasta var, at koma víðari.
– Páll skeyt, men eg fekk líka nortið bóltin. Tað besta var, at vit komu víðari og vit mugu halda fram sum í kvøld. Hetta var besti dagur hjá mær í KÍ higartil. Eg eri glaður vegna mínar viðleikarar og okkara viðhaldsfólk, sum vóru sera góð, sigur Deni Pavlovic.


