AB gav KÍ harða mótstøðu í Klaksvík.
Nakað av vindi var í Klaksvík til tíðir, men tó eisini spælandi í stórum pørtum. KÍ hevur spælt nógvar dystir síðstu vikurnar og hesaferð bleiv nakað skift út frá byrjan. Men eins og móti ÍF fyri stuttum, so vóru longu tríggjar útskiftingar gjørdar, tá seinni hálvleikur byrjaði. AB kom á odda 1-0, men Páll A. Klettskarð javnaði løtu seinni.
Í seinna hálvleiki var innskifti Ole Erik Midtskogen munurin á liðnum, tí hann gjørdi, at KÍ bleiv nógv vandamiklari. AB var tó framvegis væl við og meðan støðan var 1-1, so kundi AB tað sama havt tikið leiðsluna. Endin var tó at KÍ fekk tvey mál afturat og samanlagt var sigurin nokk uppiborin. AB eigur tó stórt rós fyri dystin, tí hetta var eitt gott avrik frá argjamonnum og eitt lið, ið als ikki líktist nøkrum 1.deildarliði, sum AB møguliga verður leygarkvøldið.
KÍ spælir leygardagin móti HB og skal mest sannlíkt vinna dystin fyri at tryggja sær 2. plássið. Javnleikur kann eisini vera nokk, men so skal NSÍ ikki vinna sín dyst móti B36. Bara 2. plássið gevur við vissu Evropa Conference League pláss, so KÍ hevur nógv at spæla fyri á síðsta leikdegi.




