Tær kongabláu U16 kempurnar vísti í gjár hvør er best í FM stríðnum við einum 5-1 sigri á Skála settu tær punktum fyri árið og tryggjaðu sær gullið
Mikukvøldið spæla hesar steypafinalu á Tórsvølli og vóna vit at nógv koma at stuðla teimum tað síðsta í ár
Tær eru ikki komnar sovandi til úrslitini í ár. Tær hava arbeitt sera hart og víst góðan stríðsvilja til venjingar og dystir ígjøgnum alt árið. Tær hava sett sær nøkur mál í ár, og fyri at røkka teimun hava tær veri seriøsar.
Í onkrum dystum í ár hevur tað ikki gingið so gott, men tá hava tær víst at tær duga at taka arbeiðshandskarnar fram og hava kempa seg til 3 stig. Tær eru góðar til at arbeiða fyri hvørjum øðrum og tað er ein styrkur hjá hesum liðinum
Hetta sigur venjaratoymið, ið stends av Svanberg Óskarsson og Rannvá B. Andreasen.
6 av leikarunum sum vera við steypafinaluni mikukvøldi eru úttiknar til U17 landsliðið sum skal til England at spæla EM undankappin, og tær eru allar rættuliga góðir leikarar. Eisini hava tveir leikarar akkurat veri við U15 landsliðinum sum akkurat hevur veri avstað. So hettar U16 lðið sum KÍ hevur í ár er sera gott


