Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ upphiting í Sliema á Malta

Jákup Ósá

KÍ viðhaldsfólkini á Malta ætla at hava felags upphiting til Europa League dystin hóskvøldið. Upphitingin byrjar kl. 13.00 lokala tíð og verður í Fortizza (Tower Road) í Sliema. Heimasíðan hjá hesum staði kann finnast HER

 

Trupult er at siga nakað um, hvussu nógv KÍ viðhaldsfólk kunnu væntast, men eitt tal á 50 er nevnt av fleiri. KÍ viðhaldsfólk byrjaði longu at koma til Malta 19. juni og tey seinastu koma seint í kvøld, um ikki onkur kemur á dystardegnum.

Dysturin á The Centenary Stadium í Ta’ Qali byrjar kl. 19.00 lokala tíð. Hesin leikvøllurin liggur beint við stóra tjóðarleikvøllin í Malta.