Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann 14-0, men fekk reytt kort

Jákup Ósá

Bólkaspælið í bestu kvinnudeildini byrjaði í kvøld.

KÍ spældi á útivølli móti 07 Vestur, sum í fjør vann næstbestu deildina, men sum valdi ikki at flyta upp í bestu deildina. Og útfrá hesum úrslitinum, so var tað kanska ein røtt avgerð, tí KÍ vann heili 14-0 eftir hálvleiksstøðuna 8-0. Málini hjá KÍ skoraðu Evy á Lakjuni (4), Eyðvør Klakstein (3), Birita Ryan (2), Ragna Patawary (2), Malena Jospehsen, Sanna Svarvadal og Sigrid Jacobsen.

Burtursæð frá at KÍ vann óvanliga stóran sigur, so hendi tað óvanliga eisini, at liðskiparin Malena Josephsen fekk beinleiðis reytt kort í 88. minutti við støðuni 14-0. Beint áðrenn fekk Malena gult kort og sum skilst var tað í somu hending eftir ónøgd um gula kortið, at dómarin valdi at geva beinleiðis reytt kort, sum KÍ kvinnurnar ikki vóru nøgdar við. Malena verður sostatt ikki við móti HB komandi leygardag í landskappingini. Eingi onnur kort komu í dystinum.

Triðja liðið í bólkinum er B36, ið enn ongan dyst hevur leikt.