Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann 2-0 á Skála

(
John Færø)

KÍ vann ein tepran sigur á Skála sunnudagin, har liðið – eftir at teir vóru komnir framum 1-0 – løgdu seg aftur á vøllin at verja tað vunna, og tað eydnaðist eisini, hóast Skála trýsti og gjørdi KÍ-verjuna ótrygga til tíðir.

Í fyrra hálvleiki átti KÍ munin í spælinum, men teir fingu tó einki mál áðrenn steðgin.

Umleið 20 min. inn í seinna hálvleik eydnaðist Atla Danielsen at leggja KÍ framum 1-0.
Eftir eitt álop fram í høgru síðu rak Atli fram við einum Skála-leikara, áðrenn hann setti bóltin í málið.

Eftir hetta legði KÍ seg heldur langt aftur at verja, og førdi tað við sær fleiri málmøguleikar til Skála.
Men Karstin Joensen stóð ein branddyst í KÍ-málinum, har hann gjørdi fleiri góðar bjargingar – enntá einaferð bjargaði og helt hann bóltinum, eftir at ein Skála-maður var komin púra fríur inn ímóti honum.

At enda vísti Hjalgrím Elttør sín skjótleika í einum skjótálopi hjá KÍ og lobbaði síðan upp um Skála-málverjan í mál til endaligu støðuna 2-0 til KÍ, sum harvið framvegis er oddalið í 1. deild.