Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann 3-0 á TB

Jákup Ósá

Tað var nærum eykaliðið sum byrjaði dystin hjá KÍ, sum eins og hinar venjingardystirnar spældi í grønum blusum.

Í fyrra hálvleiki kom eitt mál, sum Jákup N. Vilhelmsen skoraði. Í seinna hálvleiki komu nakrir av teimum, sum vanliga byrja inni, inn og tá økti KÍ tvær ferðir við málum frá Páll A. Klettskarð og Mads B. Mikkelsen.

KÍ byrjaði soleiðis: Ari í H. Petersen – Claes Kronberg, Símun Kalsø, Jákup N. Vilhelmsen, Ahmed Latif – Dávid B. Andreasen, René S. Joensen, Daní Soylu- Silas Gaard, Jóhan Josephsen, Pætur Petersen