Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann 7-0 í Runavík

Jákup Ósá

1.deild hjá KÍ hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingina.

KÍ vitjaði NSÍ í gjárkvøldið. Nú NSÍ hevur nógvar skaðar í besta hópinum, so ávirkar tað nokk nógv manningina á næstbesta liðnum. KÍ hevur tí eitt ungt og óroynt lið, har bara tríggir av teimum 18, ið vóru í hópinum hesaferð, eru føddir áðrenn ár 2000. Bara Kristoffur Jakobsen hevur nógvar royndir frá bestu deildini.

KÍ vann 7-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Málini skoraðu Børge Petersen (2), Kristoffur Jakobsen, Ari M. Jacobsen, Jóhan W. Høgnesen, Rógvi Ey. Jacobsen og Eivin Sørensen.

KÍ hevur sjey stig fyri tríggjar dystir, har TB og ÍF hava fult stigatal fyri tveir dystir.