KÍ er framvegis oddalið í 1.deild eftir sigur á Skála seinnapartin.
KÍ vann 2-0 eftir 2-0 leiðslu í hálvleikinum við málum frá Jonn Johannessen og Eivin Sørensen. Skála fekk minkað um munin í seinna hálvleiki við máli frá Karsten Justesen. Talan var sum heild um ein dyst, har liðini høvdu sera trupult við at fáa spælið at koyra.
B68 vann grannauppgerðina móti NSÍ við 1-0 sigri og sostatt er KÍ nú eitt stig frammanfyri B68 á 2. plássi. Næsta leygardag verður sostatt toppdystur í 1.deild, tá KÍ og B68 møtast í Klaksvík.


