Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann á Svangaskarði

Jákup Ósá

Nýggjur KÍ-leikari, sum er komin frá NSÍ, avgjørdi móti sínum fyrrverandi grannum.

KÍ vann 2-1 á Svangaskarði í dag. Málini hjá KÍ skoraði Aksel B. Danielsen og Jens Joensen, meðan Bárður Ó. Jensen skoraði fyri B68. Hetta var fyrsti dystur hjá Jens, sum í fjør var ársins leikari hjá NSÍ, fyri KÍ. Og hann kundi neyvan ynskt sær eina betri byrjan enn ein sigur og eitt mál móti grannunum hjá NSÍ. B68 hevur sostatt 9 stig fyri 9 umfør og er langt frá uppflytingarplássi. Tí bendur nógv á, at tað verður bara ein uppflytari í ár. KÍ hevur 16 stig fyri 9 dytsir og er í løtuni í kapping um 3. plássið.