Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann ársins størsta sigur

Jákup Ósá

KÍ er framvegis fremst av liðunum aftanfyri HB.

KÍ vann sín fyrsta landskappingardyst við Margáir nakrantíð. Talan var um ein av størstu sigrunum í nýggjari tí, tá KÍ vann heili 7-0. Keðiliga søgan hjá KÍ í dystinum var, at miðverjin, Heini Vatnsdal, mátti skaddur av vøllinum við einum vøddaskaða, sum kann gera, at hann missir Champions League dystin hjá KÍ 18. ella 19. august. Málskjúttar hjá KÍ í kvøld vóru Jonn Johannessen (2), Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen, Jóannes K. Danielsen og Deni Pavlovic.

 

KÍ kom við sigrinum uppá 38 stig og er fremst í jøvnu kappingini aftanfyri HB.