Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann bara ein venjingardyst í ár

Jákup Ósá

Effoliðið hjá KÍ er liðugt at spæla venjingardystir. Av nýggju dystum vann KÍ bara tann eina.

Effoliðið hjá KÍ er liðugt at spæla venjingardystir. Av nýggju dystum vann KÍ bara tann eina.

Hjá flest øllum liðum hava úrslitini í venjingardystunum verið heldur óstøðug. Fá ella kanska einki lið leggur stórvegis orku í sjálv úrslitini, men heldur verður ymiskt roynt av hjá ymisku venjarunum. Hjá KÍ hevur talan verið um soltna úrtøku í venjingardystunum, um ein hyggur eftir úrslitunum. Nú KÍ er liðugt at spæla venjingardystir, so vann liðið bara ein av nýggju dystum. Tá eru dystirnir í venjarakappingini taldir uppí, hóast talan er um væl styttri dystir, enn ein landskappingardystur er.

Fakta um venjingardystirnir hjá KÍ 2016:

16. januar: HB-KÍ  2-0

17. januar: KÍ-Víkingur 0-2

31. januar: NSÍ-KÍ  2-2

3. februar KÍ-ÍF 3-0

13. februar: (Venjarakapping í Tórshavn) HB-KÍ 0-0 (30 min.), Skála-KÍ 0-0 (30 min.), B36-KÍ 1-1 (45 min.)

20. februar: KÍ-Víkingur 2-4 (Klaksvíkskappingin)

21. februar KÍ-NSÍ 0-0 (Klaksvíkskappingin)

Dystir: 9

KÍ vunnið: 1

Javnleikur: 5

KÍ tapt: 3

Mál skorað: 8

Mál latið inn: 11

Toppskjúttaralisti hjá KÍ í venjingardystunum:

2 mál: Petur Andreasen

1 mál: Mayowa Alli, Semir Hadzibulic, Niels Pauli Danielsen, Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør og Jákup B. Andreasen