Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ ‘’vann’’ eitt stig í Sarpugerði

Jákup Ósá

(Samanumtøka) Skuldi nakað lið vunnið dystin, so skuldi tað verið Víkingur, um hugt verður eftir málmøguleikunum.

Toppdystur var í Sarpugerði í dag. KÍ kundi næstan avgera kappingina við sigri, meðan Víkingur helst skuldi vinna fyri at skapa spenning í kappingina. KÍ byrjaði við Mads B. Mikkelsen á høgra bakki og Deni Pavlovic á miðvøllinum. Annars var tað tað ‘’vanliga’’ liðið.

Í fyrra hálvleiki høvdu liðini torført við at skapa málmøguleikar. Andreas L. Olsen fekk eina gávu frá KÍ-miðverjuni, men rakti ikki málið og skallaði ein bólt uppum. Liðini høvdu onkur langskot og einuferðina skeyt Árni Frederiksberg hornaspark beinleiðis á stongina og út.

Í seinna hálvleiki komu fleiri málmøguleikar, har Víkingur var nærri. Andreas L. Olsen var leikarin sum kom til teir, men nærri enn á stongina kom hann ikki. Bestu royndirnar há KÍ høvdu Odmar Færø og René S. Joensen, men teir raktu ikki málið.

Samanlagt ein javnur dystur á nógvum økjum, men í stórum málmøguleikum var Víkingur omaná. Skuldi ein vinnari verið, so skuldi tað verið Víkingur, um hugt verður eftir málmøguleikum.

0-0 javnleikurin var tó eitt gott úrslit fyri KÍ, um hugt verður eftir stigatalvuni. Tí KÍ er framvegis seks stig frammanfyri Víking umframt ein betri málmun.